2014-04-11 18:19
Tróndur í Gøtu hevur landa størstu lastina, sum skipið higartil hevur fiskað. Teir landaðu hendan túrin á Fáskrúðsfirði í Íslandi - teir høvdu 2.787 tons, sum er størsta nøgd, sum teir hava havt í skipinum.
Tróndur í Gøtu loysti av Fáskrúðsfirði beint fyri middag í dag. Áðrenn teir fara aftur til fiskiskap, koma teir á Fuglafjørð eftir troli og útgerð, síðan verður kósin sett í ES-sjógv vestur úr Hebridunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald