Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri við 1.300 tonsum

...

2014-01-10 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað suður ímóti ES-markinum á uml. 60N og 5V. Tróndur verður á Tvøroyri um 8-9 tíðina í morgun. Finnur Fríði hevur landað á Tvøroyri, men teir fóru avstað í nátt og eru ávegis suður á svartkjaftafeltið.

Tað hevur verið gott veður á leiðini sunnanfyri, men smáligur fiskiskapur, sagt verður, at svartkjafturin er mest á einum avmarkaðum øki, sum ikki er so stórt, tí tolir hann ikki nógva roynd.

Íslendska skipið Hoffell fór eisini at sigla í nátt, teir hava fulla last - uml. 900 tons. Hoffell verður á Fáskrúðsfirði í morgin.

Les eisini: Svartkjaftaskipini royna heilt suður ímóti ES-markinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder