Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri við 1.200 tonsum

...

2014-02-08 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn av svartkjaftafeltinum við 1.200 tonsum, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Teir verða á Tvøroyri um 14-tiðina í dag.

Vit tosaðu við teir í morgun, sagt verður, at støddin á svartkjaftinum er góð og at fiskurin er í góðum standi.

Veðrið hevur verið hampuligt hendan túrin, í morgun var gott veður á leiðini sunnanfyri.

Jupiter hevur landað á Tvøroyri, men í nátt fóru teir av Tvøroyri á Fuglafjørð, við uml. 500 tonsum, sum verður landað til Havsbrún.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder