2018-12-17 19:29

Tróndur í Gøtu, sum hevur verið til makrelfiskiskap vestur úr Hetlandi, kemur á Tvøroyri í nátt við 1.200 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir sleppa framat at landa fyrrapartin í morgin, í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda fyri løtu síðan, teir siga, at tað er góður makrelur, sum fæst vestur úr Hetlandi, støddin liggur um 400 gramm.
Sagt verður frá nógvum vindi seinni í kvøld og í nátt, men Tróndur fer helst at sleppa undan tí óveðrinum, sum boðað er frá.
Í løtuni er bara Finnur Fríði, av føroyskum skipum, á leiðini vestur úr Hetlandi, men sum vit skilja, so fara teir helst at sigla í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald