2013-09-27 12:44
Tróndur í Gøtu fór seint í gjárkvøldið at sigla inn við 1.450 tonsum, harav 95% er makrelur og 5% er sild. Tróndur í Gøtu hevur roynt á uml. 64,13N og 1,41V, tá vóru teir staddir 30 fj. frá markinum. Teir siga at tað er góður makrelur teir hava fingið, støddin liggur um góð 400 gramm í meðal.
Tróndur í Gøtu fer á Kollafjørð at landa, teir verða á Kollafirði millum kl. 15 og 16 í dag.
Veðrið hevur verið av tí fagrasta á makrelfeltinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald