Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð í nátt

...

2018-03-20 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu siglir heim av svartkjaftafeltinum, teir hava roynt í altjóða sjógvi góðar 200 fjórðingar vestur úr Írlandi.

Tróndur verður á Fuglafirði mitt í nátt, teir sleppa at landa í morgin, eitt norskt skip - Vest Viking - kemur á Fuglafjørð seint í kvøld, teir skulu landa áðrenn Tróndur.

Vit tosaðu umborð á Trónda fyri løtu síðan, teir søgdu frá, at fiskiskapurin var minkaður í altjóða sjógvi, svartkjafturin gekk eystureftir inn í ES-sjógv, sum vanligt er hesa tíðina, teir rokna við, at svartkjafturin verður í føroyskum sjógvi um 10. apríl.

Tá ið Tróndur hevur landað til Havsbrún, tá fara teir aftur í altjóða sjógv at royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder