2018-04-14 09:54

Tróndur í Gøtu fór at sigla inn av svartkjaftafeltinum tíðliga í morgun, teir hava 2.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, Tróndur verður á Fuglafirði tíðliga í kvøld, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn mánakvøldið.
Tað eru sera nógv skip á feltinum, talið av útlendskum skipum knappast um 30.
Veðrið hevur verið gott og fiskiskapurin er hampuliga góður, svartkjafturin hevur júst gýtt, so hann er ikki so væl fyri, men støðan plagar at batna skjótt hesa tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald