2014-02-12 16:12
Klokkan 19:20 í gjárkvøldið boðaði garnabáturin Anita frá, at ein av manningini var dottin fyri borð. Teir vóru við at seta gørnini, tá ein av manningini fekk ein enda um beinið, og var tveittur fyri borð.
- ??happið hendi umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni, verður sagt frá løgregluni.
Sjálvt um leitað varð eftir manninum beinanvegin, eydnaðist ikki at finna hann. Veðri var vánaligt í økinum.
Anita leitar framvegis í økinum,og Brimil var í nátt á veg á staðið. Tað vóru ikki onnur skip nærhendis, tá ið óhappið hendi.
Saknaði maðurin, er ein 34 ára gamal indonesiskur ríkisborgari.
Løgreglan er í løtuni í ferð við at finna tey avvarðandi í Indonesia, og boða teimum frá vanlukkuni, tað skrivar portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald