Vinna

Trolarar og línuskip skulu fiska kvotuna á Flemish Cap

...

2014-01-14 18:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fiskimálaráðið hevur avgjørt, at eisini í ár verða tað bæði trolarar og línuskip, sum skulu fiska kvotuna á Flemish Cap, sum er góð 3.200 tons.

Trolararnir, sum hava fingið loyvi eru: Phonix, Sjagaklettur, Vesturleiki og Brestir, harafturat eru loyvi givin til 4 línuskip.

Roknast kann við, at trolararnir fara avstað, so skjótt sum møguligt.

Les eisini: Fagraberg landar 3.000 tons í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder