Vinna

Trivaligur vøkstur í lønunum triðja ársfjórðing

...

2013-10-08 19:40 Author image
placeholder
Samanlagt eru higartil í ár útgoldnar 74 milliónir meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4%.Tað er í triðja ársfjórðingi, at stóri vøksturin er í lønunum, samanborið við undanfarna ársfjórðing. Bæði í fyrsta og øðrum ársjórðingi var afturgongd. Árstíðarjavnaðu lønirnar í triðja ársfjórðingi vóru 1.850 milliónir kr., og er hetta 65 milliónir meira enn undanfarni ársfjórðingur. Framgongdin er 3,6%.Verður hugt eftir gongdini frá 2010 og fram, sæst at bæði í 2010 og 2011 er triðji ársfjórðingur tann besti í árinum. Tó vóru í fjør tær stóru útgjaldingarnar í hýrum í fjórða ársfjórðingi. Í ár er tann stóri vøksturin aftur í triðja ársfjórðingi, og kann tað tí hugsast, at tað eru hýrurnar í uppsjóvarvinnuni, ið gera sítt til, at vøksturin er so stórur.
Fiskiskapur vunnið afturgongdina innaftur
Tá hugt verður eftir lønunum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í m.a. fiskivinnuni eru stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama tíðarskeið árið fyri.
Fiskiskapur hevur higartil í ár útgoldið útvið tað sama í hýrum sum sama tíðarskeið í fjør, góðar 530 milliónir. Men verður hugt eftir gongdini í ár, sæst at frá februar til juli varð minni útgoldið hvønn mánað, og hetta førdi til at afturgongdin tilsamans var yvir 6%. Í august var ein lítil framgongd, men serliga í september var framgongdin so stór, at alt fallið higartil í ár varð vunnið innaftur.

Tilsamans eru í ár útgoldnar 74 milliónir meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 1,4%. Tá sæð verður burtur frá ráevnisvinnu o.t., har tølini eru smá og sveiggini stór, er størsta framgongdin í ali- og kryvjivirki við 12,8% og flutningi annars við 10,2%. Eisini gistihús og matstovuvirki hava framgongd, sum táttar í 10%. Størsta framgongd í krónum er í almennari fyrisiting, kommunum v.m. Ein partur av orsøkini til hesa framgongd er, at tað var verkfall í 2012.
Størstu afturgongdina í lønum higartil í ár er í fiskavøruídnaði við 8,4% og skipasmiðjum og øðrum smiðjum við 7,6%.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.Til ber at lesa meira um árstíðarjavningher.
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja íhagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder