Mentan

Tríggir samkomuleiðarar um korona

...

2022-01-05 11:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 3. Januar hevði Jóhannes Miðskarð, vertur í morgunsendingini í Lindini, sett trimum samkomuleiðarum stevnu til at tosa um árið sum er farið og árið sum kemur (um Gud vil og vit liva).

Hesir tríggir samkomuleiðarar fingu 10 evnir ið hava verið aktuell í 2021 og síðani kundu teir sjálvir velja hvat teir tóku upp. Allir tríggir samkomuleiðarar valdu bara at tosa um korona. Tosað varð um heimleys og korona, samkomuafturlatingar, online-virksemi, einsemi hjá ungum undir korona og hvussu samkomur mugu, tá korona er liðugt, sameina øll Guds fólk, ið møguliga hava havt ymiskar hugburðir undir korona.

Teir tríggir samkomuleiðararnir vóru Sámal Midjord frá Frelsunarherinum í Vági, Pauli Høj frá Kelduni í Skálafirði og Ann Hermansdóttir, fólkakirkjuprestur í Havnar kirkju.

Sendingin kann hoyrast her:https://share.transistor.fm/s/c6b0e686

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder