Ítróttur

Trekkja lut til steypakappingina

...

2014-03-03 17:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá teimum vaksnu fyrstu umførini.

Í sjónvarpssendingini 3-2 í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í innleiðandi umførunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum.

Tað verður Jógvan Páll Joensen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, sum kemur at standa fyri lutakastinum í sjónvarpsstovuni. Drigið verður um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og um hvussu spælast skal í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder