Mentan

T.O.S. og Jasmin á Summar Festivalinum

...

2018-05-13 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin kunnger í dag, at bólkarnir T.O.S. og Jasmin spæla á festivalinum í august.


T.O.S. hevur verið eitt frískt lot í føroyskum gospeltónleiki. Kreativt stílbland, góð løg, sigandi tekstir og frálíkar framførslur hava gjørt T.O.S. til ein góða live-uppliving. Bólkurin viðger álvarsom evni við einum brosi og lívligum tónum. Bólkurin spælir væl og kemur veruliga út millum fólki við sínum tónleiki.

Jasmin er ein av spennandi ungu bólkunum í føroyskum tónleiki. Bólkurin vann Sement tónleikakappingina í fjør. Jasmin spælir soulkendan elektróniskan popp, og unga songkvinnan Jasmin Mote er í front ??? hon er frálík songkvinna við einum serstakum og sterkum úttrykki.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder