JN

Tórur Andreassen vart ph.d. við Syddansk Universitet

...

2014-01-23 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tann 22. oktober 2013 vardi Tórur Andreassen av Argjum ph.d. ritgerð sína á Biologisk Institut, Syddansk Universitet. Verjan varð undir heitinum "A critical review of acoustic localization systems currently used in bioacoustics". Heiti á ritgerðini er "Ultrasonic Microphone Arrays for Bat Bioacoustics using Applied Open Source Solutions". 


Vegleiðari og hjálparvegleiðari vóru ávikavist Annemarie Surlykke, professari á Biologisk Institut og John Hallam, professari á Maersk Mc-Kinney Moller Institute, bæði á Syddansk Universitet. 

Opponentar til verjuna vóru Herbert Peremans frá University of Antwerpen og Lutz Wiegrebe frá Ludwig-Maximilians Universität Münich.

Í sambandi vð ph.d.arbeiðið eru tvær greinir útgivnar, samandráttir kunnu lesast her: 

Ultrasonic recording system without intrinsic limits 

Semi-automatic long-term acoustic surveying: A case study with bats

Eisini er ein enskur samandráttur av ritgerðini niðanfyri.

Les um Tórur Andreassen í Heilagrunninum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder