So eru Torradagarnir aftur á skrá og eru tey, ið ynskja okkurt sett á skránna vælkomin at gera vart við seg á [email protected] ella ringja til Klaksvíkar kommunu.
Skráin er ikki liðug enn, men verður m.a. framløga um læknastíðið, har Arnstein Niclasen, rithøvundur greiðir frá við støði í bók síni ???Herkin herðindi???. Firkivinnutingið tekur samanum nýggju fiskivinnulóggávuna og verður spurt um ymsu regluverkini og kunngerðirnar í hesum sambandi.
Silas Olofson greiðir frá, hvussu sjófuglurin kring Føroyar hevur tað við sínum fantastisku myndum.
Eisini verða ???Søgur av Flemish Kap??? aftur á skrá, har Helgi Jacobsen, tíðindamaður og rithøvundur greiðir frá úr bókum sínum, hann hevur skrivað um fiskiveiðu á Flemish Kap. Eyðun Viderø greiðir frá fiskiskapi við Beinir, hann var við á Flemish Kap í 1958, har Eiler Jacobsen var skipari. Prát verður við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap.
Eisini verður skipað fyri Matiné í Christianskirkjuni og í kirkjukjallaranum verður eitt tiltak við Poul F. Guttesen, doktara í guðfrøði, har hann hugleiðir um listaverkini hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret ??? hetta við støði í bókini, Boðskapurin í trænum og knýtt at ymsum ástøði úr heimspekini.
Torradagarnir verða 19. ??? 24. februar og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men verður meir at frætta seinni. Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá kunnu gera vart við seg á [email protected] ella ringja til Klaksvíkar kommunu 410000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald