TORRA DAGAR
Hósdagur 22. februar
Kl. 10: Torracafé í Betesda
Hugleiðingar um og frá ??lavi Halga ??? Jógvan á Lakjuni sigur frá
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum sigldi við trolara í sínum ungu døgum, m.a. við Sundabergi og ??lavi Halga, fer at siga frá søguni um ??lav Halga, og hvønn týdning hann hevði fyri Fuglafjørð og økið har um vegir.
Eisini fer hann at hugleiða eitt sindur um pápa sín, Jákup Oluf á Lakjuni, og hetta at vaksa upp í einum sjómannaheimi.
Serliga verður søgan um ??lav Halga drigin fram. Frá seinast í fimmtiárunum og fram til 1976 var ??lavur Halgi ein serligur og týðandi partur av Fuglafjarðar søgu.
Jógvan var sjálvur við ??lavi Halga nakrar túrar, men sín fyrsta túr til skips var hann í New Foundlandi við Sundaberg í 1970. Hann var eisini við Sundaberg túrin eystanfyri um heystið 1971, sum var næst seinasti túrur hjá hesum trolaranum, sum jú sakk á veg heim úr New Foundlandi í apríl 1972. Tá var Jógvan við ??lavi Halga, og royndu teir nógv saman við Sundabergi. Benni Joensen, skipari á Sundaberg, og Jákup Oluf vóru svágrar, og samskiftið teirra millum var rættiliga nógv.
Jógvan minnist, hvussu skakkir teir blivu umborð á ??lavi Halga, tá ið tað frættist í radionum í New Foundlandi, at Sundaberg var sokkin eystan fyri New Foundland.
Skiparar
Skipari á ??lavi Halga ta allar fyrstu fyrstu tíðina á ísfiskaveiðu var Jóannes Joensen, Jóannes hjá Dáva úr Klaksvík. Síðst í mars 1960 varð farið á saltfiskaveiðu, og nú var Jóhannes Djurhuus úr Vestmanna skipari. Jákup Oluf á Lakjuni fór við ??lavi Halga í február í 1964, tá ið teir fyrstu ferð fóru yvir til New Foundland, og hann var skipari, til ??lavur Halgi var sín seinasta túr sum fiskiskip á vári í 1976.
Dánjal Thomsen úr Klaksvík, sum var 1. stýrimaður við ??lavi Halga heilt frá byrjan av, frá 1959 til 1966 og aftur í 1970, loysti eisini onkuntíð av sum skipari, og Olaf Olsen og Vilhelm Poulsen í Skálanum vóru somuleiðis skiparar onkran túr. Petur Jón Egholm var skipari nakrar ísfiskatúrar í 1972 og Harry á Lakjuni onkran ísfiskatúr í 1974 og 1975.
Í 1996 gav forlagið Heygsmørk út bókina "??lavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip". Tað var kokkurin, Leif Pedersen, sum sigldi við ??lavi Halga í mong ár, sum gav bókina út, har Jógvan á Lakjuni eisini hevði ein fingur við í spælinum.
Sangur verður eisini á skrá.
Aftaná verður boðið til stóra Torra-kaffiborðið, har sangur og hugnaløta er á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald