Ítróttur

Torkil er úttikin til Danska landsliðið

...

2016-06-29 16:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur gingið sera væl hjá føroyska súkklarnum Torkil Veyhe í ár. Torkil súkklar fyri danska liðið Team WeBike-CK Aarhus.

Góðu úrslitini hava við sær, at Torkil Veyhe er úttikin á Danska landsliðið til PostNord Danmark Rundt. Nicklas Pedersen ið súkklar á sama liðið sum Torkil er eisini úttikin.

"Det er fuldt fortjent og fedt, at både Nicklas og Torkil bliver honoreret for et fantastisk forår," sigur Michael Berling, sum er formaður í  CK Aarhus / Cykle Klubben Aarhus.

Hinir í eru úttiknir á Danska landsliðið eru Magnus Cort (ORICA-BikeExchange), Søren Kragh Andersen (Giant-Alpecin), Asbjørn Kragh Andersen (Delko Marseille Provence KTM), Mikkel Honoré (Lotto-Soudal U23), Rasmus Bøgh Wallin (Soigneur) og Emil Viljebo (Giant-Scatto).


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder