Mentan

Torgerð Dam fyllir 70 ár

...

2021-09-03 12:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ídag fyllir Torgerð Dam í Kollafirði 70 ár. Torgerð, sum er ættað av Húsum, varð fødd tann 3. september í 1951. Hon er yngst av 5 systkjum, sum eru: Leivur, f. 1930, Jónathan, f. 1933, Anna, f. 1941, Jonna, f. 1944 og Torgerð, f. 1951. Tey eru øll á lívi uttan Jónathan, sum doyði í 2004.

Longu í 1960, tá Torgerð var 9 ára gomul, misti hon pápan, Joen Jacob Andreasen ella Jakke, sum bara gjørdist 57 ára gamal. Eftir at pápin var deyður, kom Tórgerð at veksa upp saman við mammuni Oliviu, sum varð kallað Lillan, og ommuni Cecilie ella Silju, sum var ættað úr Sumba, men sum giftist til Húsar. Ein onnur systir Silju, sum æt Anna, giftist eisini til Húsar við Húsa Dáva. Silja giftist í 1907 við Andras Eliassen, sum var ættaður frá Gjógvará úr Fuglafirði, men sum ungur kom til Húsar at læra skósmíð hjá Dánial á Heyggi. Andras var sjúkligur maður, og longu fyrst í 1920-unum fór hann til Danmarkar at søkja sær heilsubót. Hann kom ongantíð aftur til Føroya, men doyði niðri, og er jarðaður í Keypmannahavn. Silja og Andras fingu 7 børn, og tá Andras doyði , var tann elsti sonurin Andriasum fermingaraldur, og tann yngsta dótturin Karin ársgomul.

Eftir at mamma Torgerð hevði mist pápan, kom hon at vaksa upp hjá mostrini Onnu og Húsa-Dáva, sum sjálvi ikki áttu nøkur børn. Lillan giftist sum heilt ung við Joen Jacob Andreasen ella Jakke, sum hann varð kallaður. Jakke varð føddur úti á Nesi í 1903, men mamma hansara Jóhanna var ættað av Húsum. Jóhanna fór sum ung at tæna í próstagarð­inum úti á Nesi, og har giftist hon Jóhannusi Andreasen á Gadd. Men hjúnarlagið teirra millum vardi stutt, tí í 1905 fór Jóhannus yvir á Bakkafjørðin í Íslandi at rógva út, og har doyði hann. Hetta var ein illveðursdag, hann var á útróðri saman við einum øðrum manni. Báturin fór runt, og báðir menninir druknaðu. Eftir úti á Nesi sat Jóhanna einsamøll við trimum smáum børnum. Tá fóru menn av Húsum við báti eftir Jóhonnu og børnunum og fluttu tey til Húsar, har tey búðu í nøkur ár. Jóhanna gift­ist seinni uppaftur við Tummas í Bartalstovu í Gøtu.

Í familjuni hjá Torgerð gjørdust kvinnurnar í bæði móðir- og faðirætt heilt gamlar konur. Hetta er galdandi fyri langommuna, Oliviu í Sumba, ommuna Cecilie ella Silju og mammuna Lilluna, sum allar blivu meira enn 80 ára gamlar. Omman í faðirættini, Jóhanna, var 100 ára gomul, tá hon doyði. Tað sama kann tó ikki sigast um mannligu forfedrarnar. Hvørki lang­abbin, Thomas Berg í Sumba, ella abbarnir, Andras Eliassen og Jóhannus á Gadd, rukku 50-ára aldur. Tí er at vóna, at Torgerð í ættarbregði líkist kvinnunum, sum fóru undan.

Sjálvt um eg havi verið 5 ára gamal, tá pápi Torgerð, og abbi mín á Húsum, doyði, so minnist eg hann ikki. Men eg minnist væl Silju, langommu, Lillu ommu og Torgerð, tí eg var ofta á Húsum og ferð­aðist sum smádrongur. Sjálvt um eg eri reiðiliga 4 ár yngri enn Torgerð, so dámdi mær serliga væl at sleppa við henni, tá ungdómarnir á Húsum savnaðust í húsunum ???Har Uttari??? um kvøldar­nar í seinnu helvt av 1960-unum.

Torgerð giftist Immanuel Dam ella Imma, sum hann vanliga verður nevndur. Immi er ættaður úr Kunoy. Eftir at tey vórðu gift, búðu tey nøkur ár í Klaksvík, men tíðliga í 70-unum fluttu tey til Vestmanna at búgva. Miðskeiðis í 70-unum vórðu tey biðin um at reka hotellið hjá Geytanum í Kollafirði, har tey eisini búðu, til tey bygdu sær síni egnu hús í Kollafirði síðst í 1970-unum. Torgerð og Immi eiga seks børn. Elstur er Jóan Jakku, sum er føddur í 1969. Hini eru: Mathilda, Liljan, Stefania, Mikkjal og Torkil.

Sjálvt um Torgerð nú rundar tey sjeyti, so ætlar hon sær ikki at sita hendur í favn. Hon er dagligur leiðari í Tilhaldinum í Kollafirði, har nógvir pensionistar koma dagliga, og hon var eisini við til at útvega Tilhaldinum hús á sinni. Annars arbeiðir hon í Sambýlinum í bygdini, og hevur ongar ætlanir um at gevast við at arbeiða fyribils. Hon eigur 13 ommubørn og 14 langommubørn.

Torgerð hevur hesi positivu lyndiseyðkenni, at hon er ógvu­liga blíð og fyrikomandi og ber stóran alsk til familjuna. Eg fari at ynskja Torgerð fastir hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum við ynskjum um nógv og góð ár í framtíðini.

Jákup Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder