??dámlig politisk jagstran ??? um væl stuðlað av privatum og almennum fjølmiðlum ??? kann øsa og ávirka sinnalagið hjá fólki. Sum tsunamikendar flóðaldur kunnu slíkar sinnisrørslur fáa vanligt vit og skil at rilla og í stuttum løtum karakterbroyta okkum við monomaniskum tendensum.
Slíkan áhaldandi ágang hava til dømis okkara løgmaður og landsstýtismaðurin við fíggjarmálum verið fyri í longri tíð.
Niðrandi heiti og orð tykjast ikki at tróta.
Fyri fýra mánaðum síðani skrivaði undirritaði eina grein um tað nógva, sum er sagt og skrivað um áragamlan tollkreditt. Málið um tollkredittin hevur givið orsøk til stóra øsing millum fólk.
(Lat tað verða sagt beinanvegin, at orsøkina til hesa øsing ??? hóast tjúgu ára gamalt mál ??? skilur hvørt mansbarn.)
Greinin ??? sum var ætlað til neyðuga vegleiðing, nú so nógvur og áhaldandi dramatikkur er komin upp um tollkredittin, sum løgtingið/landsstýrið setti í verk við kunngerð nr. 79 í 1981 við seinri broytingum ??? endaði nakað soleiðis: Málið snýr seg um ein løgtingslim, sum hevur verið løgtingsmaður í 19 ár og nú landsstýrismaður við fíggjarmálum í nøkur ár.
Fyri fjórðings øld síðani skyldaði hansara handilsvirki heilt nógvan ógoldnan toll fyri vørur, sum vórðu útflýggjaðar óregluliga ella regluliga við tollkreditti, sum ikki varð goldin. Endin varð so tann, at hesin handilsmaðurin/politikarin og eitt skipafelag rindaðu landskassanum umrøddu tollskuld.
Nú hetta gamla tollmál hjá umrødda landsstýrismanni aftur er drigið fram í ljósið og dramatiserað sum ein annar sjónleikur í KVF og løgtinginum, áttu øll áhugaði at lisið síðurnar 209-211 í bókini Frágreiðing um 80-árini, sum løgtingsins § 19-nevnd gav út í ár 2000.
Í landskassans ársroknskapi 1991 er tilskilað, at ???mett verður, at 17,7 milliónir av tollkredittinum, sum er 47,1 milliónir íalt, eru virðisleysar.???
Í 1995 vórðu í landskassans ársroknskapi avsettar 10,8 milliónir móti tapi av tollkreditti og í 1996 átta milliónir.
Hetta, at tollkreditthavari, sum rindaði landskassanum sína stóru tollskuld saman við einum skipafelagi, verður drigin fram einsamallur úr rúgvuni av tollkredittskuldarum, sum hava valdað landskassanum milliónatap, kann tykjast eitt sindur løgið og geva eina løgna kenslu av politiskum ráðaloysi við tveimum (úrslitaleysum) atkvøðugreiðslum á tingi um misálitisváttan.
Heri Mohr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald