JN

Tøgnin, talufrælsið og tær forbannaðu tekningarnar í Norðurlandahúsinum

...

2013-09-06 03:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Upphavsmaðurin at Muhammed-kreppuni hevur fyrilestur í NLH

Hann tók stig til at prenta 12 tekningar av profetinum Muhammed í Jyllandspostinum í 2005, sum elvdu til stórar mótmælisgongur, brennandi sendistovur, handilsboykott og yvirgangsætlanir móti Danmark. Fríggjakvøldið 6. september heldur Flemming Rose fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Tá mentanarredaktørurin á Jyllandspostinum, Flemming Rose, setti seg við knappaborðið ein seinnapart í september 2005, gáaði hann ikki um, hvat var honum og Danmark í væntu. Nakrar mánaðir seinni varð Danmark tveitt út í eina globala kreppu, sum ikki hevði sæð sín líka síðan seinna veraldarbardaga.
Tólv tekningar av profetinum Muhammed elvdu til, at danskar sendistovur vórðu brendar í grund. Handilsbannið ímóti donskum vørum kostaði danska vinnulívinum tíggjutals milliardir. Danir vórðu bidnir um at rýma úr muslimska heiminum. Danmark gjørdist mál hjá yvirgangsfelagsskapum. Og fregnartænastur hava síðani avdúkað álop, sum skuldu fremjast á Jyllandspostin og Flemming Rose persónliga.
Sjálvur gjørdist Rose miðdepilin í einum globalum kjaki um framsøgufrælsi, tolsemi, fólkaræði, blasfemi, multikulturalismu, integratión og minnilutaverju. Kritikarar hildu, at tekningarnar hjá Jyllandspostinum vóru eitt óneyðugt, ábyrgdarleyst og intolerant álop á ein trýstan minniluta, men Rose vardi sína søk á BBC, CNN, Al-Jazeera og øðrum altjóða miðlum við teirri grundgeving, at rætturin til at hugsa, tekna og tala frítt er undir trýsti í dagsins Evropa. Síðani hevur hann áhaldandi verið hóttur eftir lívinum og hevur havt tørv á verju.
Við útgangsstøði í bókini ???Tavshedens Tyranni??? frá 2011 fer Flemming Rose at viðgera nakrar av teimum mest aktuellu spurningunum, sum heimurin og Evropa standa yvir fyri í 21. øld. Heini í Skorini skipar fyri tiltakinum, sum ber heitið ???Tøgnin, talufrælsið og tær forbannaðu tekningarnar???. M.a. verða hesir spurningar viðgjørdir:
· Nær eru orð vandamikil?
· Skal átrúnaður verjast ímóti atfinningum?
· Er framsøgufrælsið hótt í Evropa?
· Er heimurin broyttur, síðani Flemming Rose valdi at prenta tær tólv tekningarnar av profetinum Muhammed í Jyllandspostinum í 2005?
· Hvussu er tað at liva við deyðshóttanum?
· Hvussu skulu vit liva saman í einum multikulturellum heimi?
· Og hvussu sær Evropa út um 20 ár?
Høvið verður eisini at seta spurningar undir tiltakinum.
Tíð: Fríggjakvøldið 6. september kl. 20 í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerki: Í Norðurlandahúsinum og á www.nlh.fo
Kostnaður: 165 kr.
Fyri lesandi: 120 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder