2021-09-03 11:15
NORDIC MUSIC DAYS 2021
Nýggja verkið, Together, saman við Kingo-sangarunum, eftir finska tónaskaldið Mari Sainio, hevur heimspremieru seinasta kvøldið á festivalinum.
Heitið Kingo-sangur hevur sín uppruna frá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo, ið hevur skrivað tekstirnar til sálmarnar, ið sungnir verða á heilt serstakan hátt.
Í nýggja verkinum fer fortíðin at møta nútíðini, tá Kingo-sangur blendast saman við akkustiskum ljóførum og elektroniskum tónleiki.
Mari Sainio, tónaskald
Kingo-sangarar úr Tjørnuvík
Petra Poutanen, sangur, kantele
Mari Sainio, electronikkur
Susanna Syrjäläinen, cello, vocals
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald