2018-04-17 08:00
Teir vælkendu og umtóktu TINGANES við Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum og Holgar Jacobsen spæla til ???Syngið og Dansið við???, mikudagin tann 18 apríl, 14.00 ??? 16.00. Í Marghøll í Sørvági.
Hvør kennir ikki 1001 nátt - Upp á tá - Válandi heim og fleiri aðrir. Sangarvur, ið vit hava tikið til okkum, sum teir eiga orð og lag til.
Vit elska hesar løtur og gleða okkum til hugna og sang, at minnast aftur á góðar gamlar dagar og eitt prát.
Kaffi/the og køka er í steðginum. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
Heimatænastan í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald