Ítróttur

Tilmelding til royndardagin á Ítróttarháskúlanum endar ónskvøldið kl. 23.59

...

2016-05-17 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 21. mai 2016 verður høvið at royna Ítróttarháskúlan í Suðuroy í ein dag. Tilmeldingarfreistin til hendan royndardagin er ónskvøldið 18. mai 2016 kl. 23.59.


Leygardagin bjóðar Ítróttaháskúlin til ein super aktivan leygardag, har tú kann uppliva hvussu ein dagur á Ítróttaháskúlanum er.

Tit, sum koma norðanfjørðs, koma suður við Smyrli kl. 18.30 og verður so tikið ímóti tykkum á Krambatanga, har Smyril leggur at. Leiðin gongur so til Vágs, til smátturnar við Laksá, har Ítróttaháskúlin eisini kemur at hava næmingabústað.

Um tú ætlar tær á royndardagin, so er at gera skjótt av, tí freistin fyri tilmelding er út ónskvøldið 18. mai kl. 23.59.


Tilmelding til tiltakið er á heimasíðuniwww.his.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder