JN

Tilboð komin inn: Oman Gil og fótbóltsvøll í Hoyvík

...

2014-06-06 22:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur fingið inn tvey tilboð upp á útstykkingina oman Gil og arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík.


Býráðið samtykti at bjóða arbeiðið út undir einum. Stórur hæddarmunur er í økinum oman Gil. Og samstundis verður grót tikið burtur, tá fótbóltsvøllurin verður gjørdur. Hetta tilfar verður brúkt aftur í nýggju útstykkingini oman Gil.

Hesi tilboð komu inn:

Articon: kr 27.886.268
J & K. Petersen: kr 24.804.771

Metingin frá ráðgevunum: kr 25.936.415

Upphæddirnar eru uttan mvg.

Umsitingin fer nú saman við ráðgevunum, LBF og HMP, ígjøgnum tilboðini. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.

Tórshavnar kommuna lutar í løtuni út 24 grundstykki í útstykkingini oman Gil í Hoyvík.

Kelda: Tórshavnar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder