Vinna

Tilboð frá DNO

...

2018-12-21 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norska oljufelagið DNO hevur boðað frá, at felagið er sinnað at keypa tíni partabrøv í Faroe Petroleum til kurs GBP 1,52 fyri hvørt partabræv.

Felagið (DNO) tilskilar sær samstundis rættin til at avmarkað keypið, soleiðis at tú møguliga ikki fær selt øll partabrøvini í Faroe Petroleum, sum tú ynskir at selja.

Ynskir tú at taka av hesum tilboði, so verður tú vinarliga biðin um at boða Betri Banka frá hesum í seinasta lagi fríggjadagin 21. desember 2018, kl. 12.00.

Fráboðanin kann antin gerast við at ringja til Betri Banka 348 000 ella við at senda teldupost til[email protected]

Tað skrivar Betri Banki á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder