Leygardagin 22. august 2020 andaðist Annika Jespersen, 62 ára gomul, á Gentofte Hospital eftir stutta sjúkralegu.
Tað er við stórari sorg, at vit í dag hava sagt eitt seinasta farvæl við okkara góða og trúgva starvsfelaga, Anniku Jespersen, nú hon hevur flogið sína seinastu ferð.
Í ein mansaldur starvaðist Annika sum flogterna og seinni sum kabinuovasti hjá Atlantic Airways. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at við Anniku hava vit mist eina stóra persónligheit - eitt satt lívsstykki. Ein kona, mamma, omma, vermammma, dóttir og systir er farin. Eisini hava vit mist ein starvsfelaga og ein góðan vin.
Annika var ein ímynd av okkara felagi. Av góðari og professionellari tænastu. Annika var errin av sínum arbeiði, og hitti tú hana umborð, visti tú beinanvegin, at tú vart í góðum hondum. Flestu ferðafólk, sum hava flogið við Atlantic Airways, hava kent Anniku fyri hennara blíðskap og hjálpsama lyndi. Hon ein av teimum, sum gjørdi alt, hon kundi og sum oftast meira afturat fyri, at tingini skuldu kunna bera til, og fyri at ferðafólkini skuldu fáa eina so góða ferð sum gjørligt. Henni nýttist ikki altíð so nógv orð, men ístaðin vísti hon tað í verki við at ganga fremst, taka ein hond í allastaðni, og soleiðis var eingin ivi um, at hjá henni var tryggleiki og tænasta hennara fremsta mál. Hon dugdi at fáa fólk at kenna seg væl - hetta kom innanífrá og var ikki bara lært. Tú kendi teg altíð væl í hennara selskapi.
Tað er ógjørligt at telja allar flogternurnar/tænararnar, Annika hevur lært upp gjøgnum árini. Og við sínum heilt serligu menniskjasligu eginleikum hevur hon ofta sæð meira í nógvum, enn tey í fyrstuni sóu sjálvi. Soleiðis hevur hon verið við til at ment nógv starvsfólk og eisini sítt arbeiðspláss, bæði menniskiliga og ikki minst fakliga. Hon megnaði saman við starvsfeløgunum at uppbyggja eitt høgt tænastustig umborð á okkara flogførum, og vit eru sannførd um, at tað hevur verið við til, at Atlantic Airways í dag hevur ein stóran og trúfastan kundaskara.
Annika var gift við Regini Jespersen, og saman hava tey tveir synir. Annika var errin av sínum, og ommubørnini fyltu nógv hjá henni. Eisini mugu vit nevna systrina, Bergtóru, sum eisini er flogterna. Í henni átti Annika eina fantastiska systur og starvsfelaga. Tað var vakurt at síggja teirra vinarlag. Kom onnur teirra framvið var altíð látur, og komu báðar, var láturin bara dupultur. Hetta fara vit sanniliga at sakna.
Góðu Regin, Fríðálvur, Sølvi, Marita og systkin við familjum, vit syrgja saman við tykkum, tí við Anniku hava vit mist eina av teimum stóru. Tað er tungt at missa og ikki minst so brádliga, men tey góðu minnini og góðu løturnar fara vit altíð at eiga og goyma væl.
Sum tvíburar
Fylgja tær báðar ???
Gleðin og sorgin ???
Okkum
Á allari lívsleið okkara ???
Tú sært kanska ikki báðar í senn ???
Ljómin frá gleðini
Er mangan so skærur,
At tú sært ikki sorgina ???
Men hon er har;
Og sorgarmyrkrið
Er mangan so myrkt,
At tú hómar ikki gleðina ???
Men hon er har!
Í dag situr sorgin í sæti
Og gleðin á grúgvu
Undir lon tykkara
Sum so brádliga
Og óskiljandi fyri okkum
Mistu vin tykkara
Í besta blóma
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um kæra starvsfelaga okkara Anniku Jespersen.
Virðingarmest,
Starvsfelagarnir í Atlantic Airways
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald