JN

Tign aðalfund í Norðurlandahúsinum

...

2013-10-08 19:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

8. oktober 2013

Tíðindaskriv frá TIGN

Tign aðalfund í Norðurlandahúsinum

Mikukvøldið 16. oktober kl. 21.00 hevur Tign aðalfund í Norðurlandahúsinum. Á skránni er val av nevnd og góðkenning av viðtøkum

Aðalfundur

Á stovnandi aðalfundinum hjá Eldramálið, sum nú hevur broytt navn til TIGN, varð avgjørt at hava aðalfund aftur í heyst til val av nevnd og góðkenning av viðtøkum fyri felagið.

Fundurin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl. 21.00. Nýggir limir kunnu tekna seg.

Skrá:

Val av fundarstjóra og skrivara

Frágreiðing frá nevndini

Nevndarval

Grannskoðaraval

Møgulig limagjaldsáseting

Ymiskt

Áðrenn fundin heldur danski fyrilestrarhaldarin og rithøvundurin, Knud Romer, fyrilestur og sýnir dokumentarfilmin ???Et blad falder til Himlen???.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo

Vegna TIGN

Rúna Sivertsen, forkvinna, tlf. 211520

Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna, tlf. 215950

Betzy Ludvig, skrivari, tlf. 267703

Mary Antonsdóttir, tlf. 210716

Kirstin Simonsen, tlf. 215192

Tóra Tórgarð, tlf. 233176

Torkil Skála, tlf. 51410

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder