??tgreining av lungnatuberklum
Tríggir smittandi tilburðir av lungnatuberklum eru nýliga staðfestir í Føroyum. Allir tríggir
tilburðir eru skrásettir, og hevur Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum,
tikið stig til at gera tær útgreiningarnar, sum eiga at verða gjørdar, tá ið smittandi lungnatuberklar
koma fyri.
??tgreiningin tekur støðið í at finna fram til, hvørji fólk, tey sjúku hava ella hava havt tætt
samband við. Tætt samband er húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við
í meira enn 8 tímar dagliga. Ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið
innlagdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verða tey kannað, sum hava verið innløgd um somu
tíð, og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin. ??tgreiningin umfatar eisini starvsfólk á
seingjadeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur verið innlagdur. Harumframt
fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at blíva kannað.
Lungnatuberklar kunna smitta sum allar aðrar smittandi sjúkur, men tað er umráðandi at
staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, ið hava smittandi lungnatuberklar,
sera sjáldan verða smittað. Næsta stigið í útgreiningini er tí at kannað húskið hjá teimum,
sum vísa seg at vera berarar av tuberklum. Í hesum sambandi er sera umráðandi at skyna á
teimum sum hava sjúkraeyðkenni, og teimum, sum hava fingið sjúkuna staðfesta.
Lungnatuberklar smitta einans, um ein hevur sjúkraeyðkenni, og tá ið tað er staðfest, at tey
hava tuberklabakteriur í slími og blóði, ið verður harka upp úr lungunum.
Tey, sum eru frískir berarar av tuberklum, verða í flestu førum sett í fyribyrgjandi viðgerð.
Viðgerðin virkar við at týna tuberklarnar, soleiðis, at frískir berarar av tuberklum ikki verða
sjúkir.
Frískir berarar av tuberklum kunna ikki smitta.
Tórshavn tann 14. oktober 2013
Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum
Tilfjølmiðlarnar
Tíverri var eittmistak í næstseinasta reglubrotinum í tíðindaskrivinum í gjár, (ein setningurer strikaður og eitt ???ikki??? er sett inn sum manglaði).
Eg sendi herviðviðfest eina broytta útgávu.
Vinarliga umberið mistakið
??tgreining av lungnatuberklum
Tríggir smittandi tilburðir av lungnatuberklum eru nýliga staðfestir í Føroyum. Allir tríggir
tilburðir eru skrásettir, og hevur Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum,
tikið stig til at gera tær útgreiningarnar, sum eiga at verða gjørdar, tá ið smittandi lungnatuberklar
koma fyri.
??tgreiningin tekur støðið í at finna fram til hvørji fólk, tey sjúku hava ella hava havt tætt
samband við. Tætt samband er húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við
í meira enn 8 tímar dagliga. Ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið
innlagdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verða tey kannað, sum hava verið innløgd um somu
tíð, og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin. ??tgreiningin umfatar eisini starvsfólk á
seingjadeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur verið innlagdur. Harumframt
fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at blíva kannað.
Lungnatuberklar kunna smitta sum allar aðrar smittandi sjúkur, men tað er umráðandi at
staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, ið hava smittandi lungnatuberklar,
sera sjáldan verða smittað. Eisini er sera umráðandi at skyna á teimum sum hava
sjúkraeyðkenni, og teimum, sum ikki hava fingið sjúkuna staðfesta. Lungnatuberklar smitta
einans um ein hevur sjúkraeyðkenni, og tá ið tað er staðfest, at tey hava tuberklabakteriur í
slími og blóði, ið verður harka upp úr lungunum.
Tey, sum eru frískir berarar av tuberklum, verða í flestu førum sett í fyribyrgjandi viðgerð.
Viðgerðin virkar við at týna tuberklarnar, soleiðis, at frískir berarar av tuberklum ikki verða
sjúkir.
Frískir berarar av tuberklum kunna ikki smitta.
Tórshavn tann 14. oktober 2013
Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald