Mentan

Bókin - Í kjalavørrinum á Thunder - er komin út

...

2021-07-15 14:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bókin ???Í kjalarvørrinum á Thunder??? er umseting av norsku bókini ???Jakten på Thunder??? eftir Ketil Sæter og Eskil Engdal, sum kom út í 2017.

Bókin sum er skjalfest krimisøga er úrslit av grópandi journalistikki hjá norsku tíðindamonnunum, ið hava ferðast kring heimin og gjørt samrøður við fólk, ið onkursvegna vóru partur av ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski í altjóða sjógvi í Suðuríshavinum við Antarktis.

Tær flestu samrøðurnar eru sjálvsagt við tey sum jagstraðu veiðutjóvarnar, tí eitt fátal av teimum, ið luttóku í fiskiskapinum, tordu ikki, ella vildu ikki, úttala seg um nakað sum helst.

Høvuðsleiklutin í bókini hevur Thunder, ein fyrrverandi føroyskur trolari, sum varð umbygdur at fiska við gørnum. Talan er um sørvágstrolaran Vesturvón, sum varð latin eigarunum í 1969, hann varð seldur úr Føroyum í 1986.

Í bókini ???Vesturvón ??? tí tað skal vera ein vón fyri vestan??? er partur av hesi bók umsettur og tikin við. Men bókin ???Í kjalarvørrinum á Thunder??? er nógv rúgvismiklari enn bara Thunder, tí hon telur knappar 400 síður, har fleiri ránsveiðiskip vera tikin fram og viðgjørd. Leitað verður eftir eigarunum á ránsveiðiflotanum, og flestu, fyri ikki at siga allir pílar peika ímóti landspartinum Galicia í Spania, har størsta mafian ikki er innan rúsevnasmugling, men innan fiskivinnu, millum annað í ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski. Fiskiveiðumafian verður rópt ???La Mafia Gallega???.

Tað vórðu nógvir faktorar, sum gjørdu at ránsveiðan eftir tannfiski varð steðgað, men høvuðsleiklutin í stríðnum at basa veiðutjóvunum áttu myndugleikarnir í Noregi, Australia, New Zeelandi og USA. Umframt hesi lond, vóru eisini fleiri felagsskapir áhugaðir í at steðga hesi eyðræning av fiskiríkidøminum í Suðuríshavinum, tey mest umtalaðu í bókini eru altjóða løgreglusamtaki Interpol, spanska løgreglan Guardia Civil og umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd.

Tá komið er út í 2018 eru tey flestu ránsveiðiskipini avrættað á ymiskan hátt. At enda koma dómsúrskurðarnir fyri ránsveiðuna, bæði yvirmenn á skipunum og reiðarar fáa risabøtur.

Soleiðis skrivaðu norsku fjølmiðlarnir um bókina í 2017:

- Eitt tað týdningarmesta íkastið til norskar heimildarbókmentir í 2017. (VG)

- Ein djúp spenningssøga frá einum kaldblóðigum veruleika. (Dagbladet)

- Teir garvaðu tíðindamenninir Eskil Engdal og Kjetil Sæter nýta spenningssøgurnar skap og mál, tá teir bera fram søguna um dystin móti duldarfullu ránsveiðimonnunum ... ???Jakten på Thunder??? er ein fullkomin blaðmannafrásøgn ... ein blandingur av spennandi skaldsøgu við bókmentarligari ávirkingarmegi og eini ferðafrásøgn av tí góða gamla slagnum. (Dagbladet)

- At fáa sjóverk av eini bók er at yvirdríva. Men tað kitlar í búkininum, eftir at hava lisið nakrar fáar síður. (Effekt)

Bókin kann bíðleggjast hjá Bókamiðsøluni og er at fáa í bókabúðunum kring landi

Umbróting og prenting: Føroyaprent

Jan Erik Simonsen týddi

Forlagið á Merkrunum í Sandavági gevur bókina út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder