SK??LALEIKIR:Felagsskapur og rørslugleði fyri øll
Sjøtul á Skúlaleikir
Í síðstu viku varð sjøtul settur á Skúlaleikir, tá út við 50 ítróttarlærarar úr øllum landinum savnaðust í Høllini á Hálsi í Havn til ástøðiligara og praktiska undirvísing. Næsta stigið er at skapa rørslugleði og samanhald úti í skúlunum
Skúlaleikir byggja á fýra ymiskar ítróttargreinarnar, sum næmingarnir skulu luttaka í hetta komandi árið: rógving, frælsan ítrótt, flogbólt og badminton. Tað vóru eisini hesar greinarnar, sum ítróttarlærararnir savnaðust um fyrr í vikuni.
Katrin á Neystabø, ið samskipar Skúlaleikir fyri ÍSF, er sera væl nøgd við undirtøkuna.
- Hesir umleið 50 lærararnir umboða umleið 1200 av næmingunum í 4. og 5. flokki í Føroyum, so tað eru tey flestu, sum fara at luttaka. Tað eru vit sera fegin um, sigur Katrin.
Umframt undirvísing frá fólki, ið eru von at arbeiða við børnum innan nevndu ítróttargreinarnar, vóru eisini umboð frá Parasport til staðar. Tey vístu á, hvussu venjingarnar kundu tillagast til allar førleikar - og góvu góðan íblástur. Hartil varð undirvíst í sálarheilsu og felagsskapi, sum er grundhugsanin handan Skúlaleikir.
Vælnøgdir lærarar
Tveir av ítróttarlærarunum, sum luttóku á skeiðnum, eru Teitur Joensen, sum undirvísir við Streymin, og Anja Norðoy, ið undirvísir á Skúlatrøð í Klaksvík. Tey vóru samd um, at skeiðið hevði verið gevandi, og tey gleddu seg at fara heim at arbeiða við næmingunum.
- Hetta hevur verið bæði gott, stuttligt og sosialt. Og eg kann faktiskt brúka alt, sum vit hava lært hesar dagarnar. Hóast eg sjálvur havi roynt allar ítróttargreinarnar, er tað ikki tað sama, sum at skula undirvísa í teimum. Tað hevur verið ordiliga gott at fingið íblástur, sigur Teitur.
Anja tekur undir við honum.
- Tað, mær dámar best, er, at tað er so stórt fokus á rørslugleði heldur enn kapping. Og so tann góði íblásturin til undirvísingina, sum vit hava fingið. Vit ítróttarlærarar hava kanska lyndi at fella aftur á ta greinina, sum vit duga best. Tað er kanska natúrligt, tí tað, tú dugir, er altíð tað lættasta. Men hetta ger okkum betri før fyri at undirvísa í fleiri greinum og í breiðari høpi.
Dentur á samveru
Teitur nevnir eisini ástøðiligu undirvísingina, har tað serliga var denturin á ABC sálarheilsu, sum gav íblástur.
Hetta er fyrstuferð, at so nógvir ítróttarlærarar eru savnaðir til skeið og íblástur, og tað var týðiligt, at tey eisini hugnaðu sær saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald