
SjóvinnustýriðÍ tíðindaskrivi í gjár sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður at ???inntil nýggibygningurin er liðugur, mugu vit taka hølistrupulleikarnar hjá Sjóvinnustýrinum ífullum álvara. Fæst eingin onnur loysn á átrokandi hølistrupulleikunum, eri egsinnaður fyribils at lata Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum???.
Tað harmar borgarstjóran í Vága kommunu almikið um støðan hjá Sjóvinnustýrinum ervorðin so ring.
Hettar er tó ikki ein ókend støða, og eg seti mær spurningin, um tað enn einaferð er vegnamiðlarnar, at málið um flyting og ótolandi umhvørvi í verandi hølum, nú aftur verður blástupp.
Um landsstýrismaðurin ger álvara av ætlanum sínum, er stórsti smeiturin fyri Vágoynna, atvit missa eitt lutfalsliga stórt alment arbeiðspláss. Hesum hava vit alt ov fá avframmanundan, serliga í Vága kommunu.Vit eiga at hugsa frameftir, so ung fólk við útbúgving hava møguleika at seta búgv íkommununi, tí her eru arbeiðspláss, sum passa til teirra útbúgving. Hettar meti eg hevurnógv at siga, tí vit fáa eina fjølbroytta fjøld av borgarum.
Í januar 2017 tosaði borgarstjórin við Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum umstøðuna, tá málið var umrøtt í miðlunum.
Aftur tann 22. mai 2017 vóru borgarstjórin og formaðurin í Vinnu-og Havnanevndini, HeðinPoulsen á vitjan á Sjóvinnustýrinum. Tosað varð um tey øki/lendi sum Vága kommuna kundibjóða Sjóvinnustýrinum, og um bygging.
Serliga 3 økir í kommununi vóru áhugaverd fyri Sjóvinnustýrið. Tey søgdu seg gleða seg atfáa tekningar til nýggju framtíðar hølini, soleiðis at tey kundu sleppa í gongd.Eisini greiddi stjórin í Sjóvinnustýrinum frá, at tey høvdu sett sum treyt, at tey vildu veraverandi í Vága kommunu.
Tey greiddu frá, at man í miðlunum hevði blást málið um hølisviðurskiftini upp, og at tað varfarið heilt út um proportiónir, og at tey, sum starvsfólk í Sjóvinnustýrinum, ikki vóru so???uppøst???, sum tað ljóðaði í miðlunum.
Síðani var víst runt í hølunum við flogvøllin - og semja var um at hoyrast aftur, tá ið tíðin varbúgvin til tað.Síðani veit eg at Landsverk vegna Vinnumálaráðið hevur bjóðað arbeiðið út at gera einbygning til Sjóvinnustýrið. Inn komu 2 skikkaði tilboð. Men av eini hvørji orsøk er hesinleisturin tikin av borðinum, og verður málið nú óneyðugt súltað av myndugleikunum.Kommunan var við í tilgongdini í sambandi við hesi boðini, og vit gleddust um, at tað nústyttist til eina góða og endaliga loysn at fáa nýtt høvuðssæti aftur í Vágum.
Vit í Vága kommunu eru sera áhugaði í, at Sjóvinnustýrið verður verandi í kommununi, ogeru spent uppá at fylgja við í gongdini - og eru sjálvandi til reiðar at hjálpa, har tað erneyðugt, fyri at alt skal ganga skjótt og væl.
Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald