F??ROYAR ÍM??TI RASISMU
Sunnudagin 7. juni kl. 14 verður mótmælisgonga ímóti rasismu.
25. mai varð amerikumaðurin George Floyd handtikin og dripin á gøtuni av løgreglumanninum Derek Chauvin. Hetta er ikki eitt eindømi, men bert seinasta dømi upp á struktrellu rasismuna í USA. Ferð eftir ferð síggja vit, at ósekir, afro-amerikanarar verða dripin og illa viðfarin av løgregluni.
Morðið á George Floyd varð filmað og lagt á sosialu miðlarnar. ??ll verðin hevur hugt við. Og kring allan heim vísa fólk nú sína ónøgd - á sosialu miðlunum og á gøtuni - um at fólk enn í 2020 dag og dagliga eru fyri rasismu av alskins slagi.
Hesin uppreisturin, hevur direkta ført til at Derek Chauvin, og teir fýra løgreglumenninir, ið hugdu at, nú eru ákærdir fyri manndráp.
Hóast myrk folk í Føroyum ikki verða dripin av løgregluni, er rasisma sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum og tað er nakað, ið SKAL broytast.
Sunnudagin fara vit út á gøtuna í Havn at mótmæla rasismu, og at tað enn í dag verður gjørdur mismunur á fólki vegna teirra húðarlit og uppruna. Samstundis vilja vit eisini vísa samhuga við teimum, ið eru fyri rasismu - bæði í Føroyum og í úti í heimi.
Vit heita tí á øll - stór og smá ??? innanfyri og uttanfyri Føroya Løgting um at taka lut.
Vit møtast á vaglinum sunnudagin kl. 14 við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani fara vit oman í perlutorgið, har JASMIN spælir nøkur løg, annars er orðið frítt.
Eisini eru vit sera heppin, at Unga Tjóðveldið, Sosialistisk Ung, Unga Sambandið, Ungt Sjálvstýri, Framsøkin ung og Amnesty hava valt at stuðla mótmælisgonguni.
Um tú kundi hugsað tær at sagt nøkur orð til tiltakið, vinarliga boða Mariunnu frá ([email protected]).
Vit fara sjálvandi at royna at halda øll tilmæli í mun til Covid-19. Tit verða tí biðin um at halda frástøðu og spritta hendur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald