Mentan

Tíðindabræv og skrá Avi Lipkin

...

2018-05-08 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við 70-ára frælsisdag Ísraels, nú 14. mai, skipar Vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri fleiri tiltøkum, har víðagitni Avi Lipkin fer at hava fyrilestrar. Fleiri kenna Avi frá vitjan hansara her í 2014 og frá teimum mongu fyrilestrunum, sum eru á YouTube. Avi gjørdist serliga kendur eftir syrgiliga yvirgangsálopið 11. September 2001 í New York. Áðrenn tað, hevði hann ferðast kring USA og ávarað um júst hetta: at islamistar høvdu ítøkiligar ætlanir at ræna flogfør og flúgva tey inn í kendar bygningar í USA, men hann tosaði fyri deyvum oyrum.

Eftir tað, er hann nærum skýrdur profetur, og tey flestu høgravendu politiskt hava latið upp dyrnar, at hoyra og kenna vandarnar við Islam. Ísrael og jødiska fólkið liva dagliga undir hesi hóttan og Avi kann, meira enn nakar, kunna okkum um, hvussu ein kann fyrihalda seg í londunum, har Islam kemur inn og vil taka yvir.

Skráin hjá Avi Lipkin sær soleiðis út:

Leygardagin 12. mai kl 16.00 í Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Sunnukvøldið 13. mai kl 19.00 í skúlahøllini á Giljanesi.

Mánadagin 14 mai kl 17.30 er Ísraelskur frælsisfagnaður á Vaglinum í Havn við m.a. sangi og røðum.

Mánakvøldið 14. mai kl 19.30 í Læraraskúlahøllini - Ísrael 70 ár við Avi Lipkin og Blátt Gras.

Avi var í mong ár talsmaður fyri Ísraelsku verjuna. Eitt skifti var hann eisini skrivstovustjóri í stjórnarumsitingini hjá Yitzhak Shamir, forsætisráðharra. Kona Avi, Rachel er jødi, uppvaksin í Egyptalandi og arabiskt er hennara móðurmál. Hon hevur í 30 ár arbeitt fyri Ísraelsku fregnartænastuna ShinBet, sum ???oyra??? inn í arabiska heimin. Tað er á arabiskum tú hoyrir sonnu ætlanir Islams móti Ísrael og heimsins londum, serliga í kristna vesturheiminum.

Aftaná 11. September 2001 hevur Avi Lipkin talað í fleiri enn 1000 kirkjum, samkomum og sýnagogum kring allan heim.

Allar framløgurnar vera týddar til føroyskt.

Vinafelagið Føroyar- Ísrael vónar góða uppmøting til framløgurnar.

Vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder