Mentan

Tey mest nýttu nøvnini hjá børnum, ið vórðu fødd í 2019

...

2020-08-21 11:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan: Jónas og ??ðin hjá dreingjum og Lea og Sára hjá gentum vóru best umtóktu nøvnini hjá føddum í 2019

Nógv nýggj nøvn eru ovast hjá teimum, ið vóru fødd í 2019, bæði hjá gentum og dreingjum.

Best umtóktu gentunøvnini til tær, ið vóru føddar í 2019, vóru Lea og Vón. Beint í hølunum á teimum komu Maria, Mia, Eva, Liva og Olivia. Millum 25 tey mest nýttu gentunøvnini vóru eisini Alda og Aura, Bára og Bjørk, Petra, Ró, Sofía og Tóra.

Hóast nógvu nýggju nøvnini er eisini tað mest vanliga konufólkanavnið av øllum, Maria, heilt uppi í toppinum.

Samanborið við nøvnini, sum gentubørnini fingu fyri átjan árum síðani, eru hesi øll nýggj nøvn, Lea, Vón, Mia, Eva, Liva, Olivia, Aura og Ró.

Best umtóktu dreingjanøvnini til teirra, ið vóru føddir í 2019, vóru Jónas og ??ðin. Í aðru røð vóru tað Baldur, Benjamin, Jósef, Magnus og Rókur. Síðani nøvn sum Ari, Boas, Bragi, Markus og Milan. Millum 25 tey mest nýttu dreingjanøvnini vóru eisini nøvn sum Elian, Mika og Nóa.

Fyri átjan árum síðani var Jónas eisini eitt vælumtókt navn, men ongin varð tá nevndur ??ðin, Baldur, Jósef, Bragi, Milan, Elian, Mika ella Nóa.

t1

Umframt hesi 102 dreingjabørnini, sum víst eru í talvuni, har tað vóru 3 ella fleiri, ið fingu sama navn í 2019, vóru tað 64, har tað vóru 2 við sama navni og 173, ið vóru einnevnd.

Umframt hesi 79 gentubørnini, sum víst eru í talvuni, har tað vóru 3 ella fleiri, ið fingu sama navn í 2019, vóru tað 33, har tað vóru 2 við sama navni og 198, ið vóru einnevnd.

Stutt um nøvn:

Uppgerðin fevnir um fornøvnum (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru uppgjørd soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta uppgjørt sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur verður hetta eisini uppgjørt sum eitt navn.

Av tí at tað kann ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder