Mentan

Teir sifta tosk á kajuni í Vestmanna

...

2021-07-19 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Orð og myndir Rodmund á Kelduni:

Lítið hevur verðið at fingið hjá útrórðarbátunum, sum royna við snellu á innaru leiðini, og tað sær einki út.
Men í Vestmanna sifta teir tosk niðuri á kajuni, eftur lítlari løtu í meðan eg stóð har, høvdu teir fingi einar 15 toskar, støddini bilar einki og teir sum eg sá, vóru ikki so rak sum seinast fiskurin kom undur land at leita sær føði.
Hesir tríggjir piltarnir komu oman at royna fiskieydnuna, stuttligt er at síggja vaksnar menn og piltar við tráðu.
Gamalt var, at tað var vánaligt tekin tá ið fiskurin leitaði sær inn undir land, spurningurin er so um tað er sama støðan runt landi sum í Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder