Mentan

Team Rynkeby á ferð í Føroyum

...

2020-07-02 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir ætlan skuldu súkklararnir og tænastutoymið hjá Team Rynkeby Føroyum byrja árliga túrin til París í dag, hósdagin 2.juli. Men fyri fyrstu ferð, síðani Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan, verður túrurin til París av ongum. Súkklararnir fella tó ikki í fátt og hava í staðin valt at fara eina rundferð í Føroyum. Hóast túrurin í Føroyum ikki verður so heitur og eksotiskur sum ætlað, eru súkklararnir klárir og við gott mót, nú nógvir av teimum fyri fyrstu ferð skulu royna at súkkla so long strekki í so nógvar dagar á rað. Tískil verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum teir næstu dagarnar, so heitt verður á bilførarar um at vera ansin og koyra varliga framvið súkklarunum.

Túrurin byrjar leygardagin 4.juli, tá ið súkklað verður í allari Suðuroynni. Sunnudagin 5.juli fer liðið í Eysturoynna og í Norðoyggjar. Mánadagin 6.juli verður súkklað í Streymoynni og Eysturoynni. Túrurin endar týsdagin 7.juli, tá ið leiðin gongur úr Streymoynni í Vágar og aftur í Streymoynna.

Team Rynkeby Føroyar fegnast um og takkar hjartaliga øllum fyritøkunum, felagsskapunum og kommununum fyri stuðulin, sum fer óskerdur til børn við álvarsligum sjúkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder