Ítróttur

Talv: Steypakapping 2014 og Talvgalla við Gjógv

...

2014-05-03 01:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Talvsamband Føroya  skipar í morgin fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin,  Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv, har karmar og umstøður eru heilt framúr.

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2013/14 - og við Gallaveitsluni - ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu, skrivar Talvsambandið.

Skráin:

  • kl. 11.00 - Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) - steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) - atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) - Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) - Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder