2021-07-03 10:15
Takk fyri fimm ár, sum við garanti fara í søgubøkurnar !
Hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu, har okur fara at takka Guðmundi Joensen fyri fimm heilt fantastisk ár her í Vági ??? fimm ár, sum við garanti fara í søgubøkurnar.
Fyri 7 árum síðani, á sumri í 2014, gekk eg m.a. her inni á Oyrunum, út á grótkastið, síðani vestur í Parkina, vestur á Vatnið og á Vágseiðið. Í høvdinum tóku tankar um ein ítróttaháskúla í Vági skap. Næstu mánaðirnar bleiv verkætlanin um ítróttaháskúla í Vági skrivað og allir smálutir, sum Mentamálaráðið kravdi, vórðu eisini skrivaðir inn í verkætlanina.
Tá komið varð út í februar í 2015 varð biðið um fund við Mentamálaráðið ??? og fundur varð avtalaður í mars. -Men av tilvild kom eg áðrenn fundin í Mentamálaráðnum í flogfarinum úr Danmark at sita undir liðini á Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður í Mentamálum.
Okur fingu eitt gott prát og øll ætlanin um ítróttaháskúla í Vági varð gjøgnumgingin á ferðini frá Keypmannahavn til Føroyar. -Og Bjørn tók væl ímóti hugskotinum!
Tríggjar vikur seinni var fundur í Mentamálaráðnum. Embætisverkið hevði ein sunnan skepsis til ætlanina. Fíggjarárið varð jú júst byrjað og tað var ikki víst, at tað bar til at finna umleið 1,5 mió. kr. til ein ítróttaháskúla í Vági.
Men Bjørn Kalsø hevði tikið støðu og varð greitt fyri verkætlanini og gav á fundinum tilsøgn um sín stuðul og bað okkum fara ígongd ??? og okur stovnaðu Ítróttaháskúlan í Suðuroy.
Næstu vikurnar fóru út tíðindini um Ítróttaháskúlan í Suðuroy. Nógv vóru tey, sum ristu uppá høvdið og viðmerktu á leiðini: Álvaratos, hvør skal fara til Vágs á Ítróttaháskúla?
Tær røddirnar hoyra okur ikki nógv til í dag!
Játtanin frá Løgtinginum til Ítróttaháskúlan kom tó ikki uppá pláss fyrr enn síðstu í juni í 2015, so okur náddu tí ikki at koma ígongd tað summarið ??? og søktu um at fáa játtanina flutta til árið eftir, og hetta varð okkum játtað.
Tá komið varð nakrar mánaðir inn í 2016 fóru okur í stýrinum ??? sum tá varð mannað við Danjal Bjarkhamar, Vígdis Nolsøe, John Henrik Holm, Ole Wich og undirritaða ??? undir at søkja eftir leiðara. Ein sera spennandi tilgongd, sum førdi við sær, at Guðmundur varð settur í starv og byrjaði 1. mai 2016 sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Eitt er at hava eina góða verkætlan á pappírinum ??? eitt annað er at føra slíkar verkætlanir út í verki. Og okur í stýrinum vóru fullgreið um, at okur løgdu eina stóra uppgávu á borðið, tí leiðarin burtur úr at kalla ongum skuldi skapa ein ítróttaháskúla ??? og er hetta ikki ein uppgáva, sum ein og hvør hevði torað at tikið á seg.
Skjótt gjørdist tó greitt, at okur høvdu fingið tann heilt rætta leiðaran.
Í einum meldri av arbeiðsuppgávum, sum millum annað fevndi um at fáa næmingar at søkja á Ítróttaháskúlan, at finna júst røttu lærararnar at arbeiða á skúlanum, at fáa øll hølisviðurskifti uppá pláss, øll amboð til taks, at fáa lagt mánaðarætlan, vikuætlan, dag- og tímaætlan og so framvegis, megnaði Guðmundur uppá heilt stutta tíð at fáa lagt allar brikkar í einum stórum putlispæli.
15. august 2016 byrjaðu fyrstu næmingarnar á Ítróttaháskúlanum ??? og minnist eg, at eg í røðu hendan dagin, tosaði um, at okur fóru undir at skriva eitt nýtt kapittul í føroyskari skúlasøgu.
Eg nevndi eisini, at hesin fyrsti skúladagurin í august 2016 kundi verða byrjanin til nakað stórt, sum tey, sum eftir okkum koma, fara at lesa um um 80-100 ár, eins og nógv okkara hava lisið um Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði, sum gingu undan og stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í 1899.
Man hevur altíð loyvið at droyma ??? og mær dámar væl at droyma um hvussu okur í felag kunnu skapa eina spennandi framtíð her á staðnum og í Føroyum sum heild. Men eg haldi ikki, at eg droymdi um, at Ítróttaháskúlin skuldi gerast so stór succes eftir so fáum árum.
-Og hetta eiga okur fyrst og fremst at takka Guðmundi fyri ??? og frá at eita Guðmundur Joensen, so eitur hann í dag kanska í størri mun Guðmundur á Ítróttaháskúlanum.
Eg lærdi at kenna hendan unga mannin í mai mánað fyri 5 árum síðani.
Eftir at Guðmundur varð settur í starv møttist okur fyrstu ferð í Havn at práta um hvat nú skuldi henda. -Og eftir lítla løtu var eg púra vísur í, at Guðmundur fór at lyfta hesa uppgávuna væl og virðiliga. Man næstan sá uttan á høvdinum hvørja leið tankarnir hjá honum reikaðu ??? og man yngsti, at man sjálvur hevði kunna farið á ítróttaháskúla.
Við einum øgiligum drive???i, spennandi og nýskapandi hugsunarhátti, einum sera opnum lyndi, og ikki minst einari jaligar tilgongd til lívið og til gerandisdagin hevur Guðmundur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Guðmundur hevur gingið undan og bygt upp eitt heilt einastandandi tilboð ungdóminum í Føroyum og uttanlands til gagns ??? og ikki minst Vágsbygd at frama.
Og hetta eru okur og fara okur altíð at verða tær takksom fyri.
Okur fáa í veruleikanum ikki takka tær nógv mikið. Hendan løtan í dag er ein lítil roynd, og skal eg vegna stýrið fyri Ítróttaháskúlan eisini geva tær eina lítla gávu til minnis um tíðina á Ítróttaháskúlanum í Vági.
Og skal eg at enda vegna Ítróttaháskúlan og allar vágbingar takka tær hjartaliga fyri tíðina á Ítróttaháskúlanum!
Dennis Holm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald