Mentan

Tak skøru upp - helst við rót

...

2020-06-19 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna: Til tess at fyribyrgja at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum. Umráðandi er at taka skøruna upp við rót. Skøran skal í ein posa, sum verður burturbeindur sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent. Næstbest er at klippa skøruna burtur, og somuleiðis burturbeina skøruna í afturlatnum posa.


Heitt verður á fólk um ikki at brúka týningarevni ella salt móti skøruni. Hetta situr leingi eftir í jørðini og ávirkar annan gróður og umhvørvið annars. T.d. vaksa matplantur, so sum sýra, nógvastaðni, sum bæði børn og vaksin heinta.

Har sum skøra er tikin upp, kann sáast ella plantast við øðrum vøkstri, soleiðis at skøra ikki festur seg aftur.

Oftast sæst skøra framvið vegir, gøtur og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast. Tí verður fylgt væl við, um skøra breiðir seg til støð, har hon kann treingja annan vøkstur burtur. Ber tú eyga á skøru í haga, ber til at boða kommununi frá hesum.

Tórshavnar kommuna fær nógvar fráboðanir um skøru og fer í ár undir at taka skøru upp í útvaldum støðum m.a. fram við Sandá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder