
Eftir at nýggja fiskivinnuskipanin er sett í verk, skal allur fiskur veiddur av føroyskum skipum landast í Føroyum ella um føroyskan bryggjukant.
Fyri svartkjaftaskipini kann tað gerast ein skandala, tí tað er bara Havsbrún í Fuglafirði, sum tekur ímóti svartkjaftinum, bíðitíðin blívur sera long og fiskurin tí gamal, áðrenn hann verður landaður.
Undanfarin ár er ein partur av svartkjaftinum landaður á Eysturlandinum og eisini í Vestmannaoyggjunum, nakrar lastir eru landaðar í Norra og eisini nakrar í Danmark, men nú skal alt landast í Føroyum. Tað kann í versta fall føra til, at svartkjaftakvotan sum føroyingar eiga ikki verður fiskað í ár, siga menn sum eru í uppisjóarvinnuni.
Í løtuni landar Finnur Fríði til Havsbrún og 4 skip eru ávegis til Fuglafjarðar við svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald