Tað verður ikki burðardygt uttan mentan!
Eitt livandi og virkið mentanarlív er meiri týdniningarmikið enn nakrantíð áður fyri at endurnýggja tað álit og tann trúnað, sum fyrr hevur valdað millum Norðurlond, skriva formenninir fyri Norðurlandahúsini og mentanarstovnar í Helsingfors, Mariehamn, Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Tann 23. mars varð Norðurlandadagurin hátíðarhildin: Tað er ein dagur fyri norðurlendskan felagsskap, ið varpar ljós á felagsnevnarar og framtíðar menningarmøguleikar hjá Norðurlondunum. Av hesum felagsnevnarum og menningarmøguleikum átti mentanin at fingið ein nógv størri leiklut, tá okkara samfelag skal lata upp aftur. Mentan hevur ikki einans týdning fyri eitt fólkaræðisligt og opið samfelag, men er eitt av teimum eldstu grundarløgunum í tí norðurlendska samstarvinum. Týdningurin av mentanini fyri eitt samfelagsliga burðardygt samfelag er eisini partur av hugsjónini um Norðurlond sum heimsins mest sameinda øki við einum víðfevndum mentanarbýti.
Mentanarlívið í londum okkara er meint rakt, og vit hava enn ikki sæð allar avleiðingarnar av tí. Vit vita, at øll Norðurlond nú nýta ómetalig tilfeingi fyri at minka um skaðarnar av einum afturlatnum mentanarlívi. Listafólk, stovnar og virki hava mist stórar inntøkur. Samstundis hevur tíðin við avbyrging og avmarkingum gjørt tað enn meiri greitt, hvussu týdningarmikið mentanarlívið er fyri trivnaðin hjá menniskjum.
??ll øki í samfelagnum hava á ymsan hátt liðið av Covid 19, men mentanarøkið varð serliga hart rakt, tí mentanin hevur verið forðað í at útinna sín høvuðsleiklut: at bjóða støð at hittast og at vera atkomulig fyri borgararnar.
Tað norðurlendska mentanar- og listasamstarvið er einasta samstarvsøkið innan tað norðurlendska samstarvið, sum er púra sjónligt og atkomuligt fyri borgararnar: Ein skal ikki vera serfrøðingur fyri at luttaka í mentanarupplivingum.
Covid-19 og aftursvarið frá Norðurlondum til heimsfarsóttina hevur longu skatt álitið millum grannalond og avbjóðað vanligu evnunum hjá norðurlendska samstarvinum til at finna felags loysnir sjálvt í krepputíðum. Tað hevur verið sterkt og óvant at uppliva stongd mørk millum Norðurlondini.
Av hesum grundarlagi er tað óskiljandi, at norðurlendsku samstørvini seta spariknívin móti egnum barka. Ein fyribils fíggjarætlan, ið norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava gjørt, mælir til eina sparing á 20 ??? 25 % í fíggingini til mentan og útbúgving í tíðarskeiðinum 2021 ??? 2024. Tað er serstakliga óheppið at skerja mentanarfíggingina, tá tað er júst mentanin og mentanarligt samstarv, ið kann fáa menniskju saman og kann økja um fatanina okkara millum.
Constance Ursin, formaður, Nordisk kulturkontakt, Helsingfors
Rasmus Vestergaard, formaður, Nordens institut på ??landi
Varna Marianne Nielsen, stýrisforkvinna, Norðurlandahúsið í Føroyum
Claus Kjeld Jensen, formaður, Nordens institut i Grönland
Sarah Anwar, stýrisforkvinna, Nordens hus i Reykjavik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald