Mentan

Tað verða 4563 partar í grindini í Nesi í Hvalba

...

2021-07-08 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað vóru 136 hvalir merktir í grindini í Nesi í Hvalba - Skift verður til allar kommunurnar í Suðuroy og bátsmennirnar, sigur Jaspur Vang sýslumaður - Seðlarnir koma út nú kl. 19, tá ið tað fasta er farið burturav eru 776 skinn eftir at skifta í 4563 partar. Hvalirnir verða koyrdir út til tær ymsu bygdirnar.

Sýslumaðurin heitir á fólk um at fáa grindina væl til høldar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder