Hanus Vang:Hetta uppskot snýr seg um tunnil til Suðuroyar, har allar oyggjar á leiðini verða knýttar uppí.
Tað hugskotið er í sjálvum sær ikki nýtt, men verður hann gjørdur, sum her er hugsað, so eru fleiri slóðbrótandi nýggjar hugsanir frammi í verkætlanini.
Hugsanin er at norðurendin verður havnarmegin Velbastaðháls, og so verður farið niður á neyðugt dýpi sambart komandi seismiskum kanningum.
Tað dýpi er kanska eini 120 metrar undir 0.
Síðani verða Hestur, Sandoy, Skúgvi og møguliga Stóra Dímun knýttar í tunnilin á tann hátt at borað verður frá høvuðstunnlinum og upp á hesar oyggjar.
Soleiðis verður Suðurleiðin tryggari, tí ikki verður so ovurhonds langt ímillum rýmingarleiðir,
eins og ódýrari luftskifti fæst.
Trygdarkrøvini eru jú samsvarandi tunnilslongd.
Suðurendin verður norðanfyri Sandvík, soleiðis at sleppast kann undan at fara niðurum næst niðastu basaltfláir.
At gera ætlanina soleiðis kemur at spara væl av brennievni, tí ferðslan ikki skal so ofta upp.
Tá fleiri oyggjar sum ikki hava rottur, fáa fast samband, verður neyðugt at rottutryggja tunnlarnar. Tað kann helst gerast við eini jarnfóðring við nakað væl av el-streymi í.
Ofta hoyrist um høgan rakstrarkostnað fyri undirsjóvartunnlar, tí dýrt er at pumpa lekavatnið upp.
Man ikki vera møguligt at seta harðari krøv til betongtetting, soleiðis at lekarnir vera færri og smærri?
Tað er eitt sindur løgið at vit vilja fylgja nøkrum hørðum norskum vegareglum um tunnlar, sum teir ikki fylgja sjálvir.
Tí er roknað við her at oyggjaíbindingar kunnu vera 80 promillur, ella 8 sentimetrar fyri meturin. Tað er tað strembað verður eftir í landsvegakervinum.
Í norskum vegareglum plagdi at standa: ???Der kompenseres i kravene for dyrt terræng???.
Sjálvandi eiga trygdarrúm við O2-útgerð at gerast á leiðini.
BAKST??ÐIÐ:
Tey flestu trúgva at vit eina ferð fara at fáa fast samband til Suðuroyar, sjálvt um vit hoyra mest um Skálafjarðartunnil og Sandoyarleiðina nú í tíðini.
Longu nú hoyrist um møguleikan at gera ferjuhavn á Sandi og í Hvalba, tá Sandoyartunnilin er veruleiki.
Tá tað er framt verður helst farið undir Suðuroyartunnil, eins og tunnil til Sandoyar reiðiliga kom fram, stutt aftaná at betraða ferjusambandið um Gomlurætt var komið.
Soleiðis er eyðsæð, at tørvur er á eini skilagóðari framtíðarætlan, sum kann lagast til fíggjarorku samfelagssins, og sum samanborin við ferjusamband verður lønandi.
Sjálvandi kann hetta eisini gerast heilt skjótt um fíggjarorka verður tøk til at byrja arbeiði fleiri staðni í senn.
Um ikki so mong ár, verður tørvur á nýggjari Suðuroyarferju, sum helst fer at kosta eina miljard ella hálva aðru..
Eisini eigur at hugsast um árliga ferjukostnaðin, sum ikki er so lágur.
Vit vita at land okkara ikki er stórt, og tí eiga vit at skapa møguleikar fyri at alt landið verður brúkt til lítar, og at samferðsluframbrot eiga at vera samhaldsføst.
Meðan stóra mennandi ætlanin um SUÐURLEIÐINA verður gjørd, eiga gomlu tunlarnir í Suðuroy at dýpast (fáast hægri) og breiðkast, spakuliga og ódýrari enn at gera nýggjar tunlar.
Tilfarið úr tunnlunum eigur at verða brúkt til útbyggingar, so sum vegir, havnaløg, útstykkingar og annað, soleiðis at spart verður um mongu misháttu grótbrotini.
SAMFERÐSLUVÍÐSJ??NIR
Heldur enn Skálafjarðartunnil er vert at viðgera uppskoti hjá Frank Hansen, verkfrøðingi, um Norðurleiðina í álvara.
Møguleikin at gera Svínoyartunnill eigur eisini at viðgerast. Svínoy er ein stór og góð oyggj við nógvum góðum lendi, serliga um hesin tunnil fær ein teym suður í Havn, har sera vítt og gott lendi er móti vesturskininum.
Er tunnil til Svínoyar er stutt og lætt at halda áfram til Fugloyar ígjøgnum Fugloyarsyllina.
Hugsa vit um hvussu nógv ???ringvegurin til Viðareiðis??? kostar, 3/4 miljón fyri íbúgvan á Viðareiði, so hevði samsvarandi prísur fyri Suðurleiðina verið einar 5 millliardir, men fer helst at kosta eina helvt av hesi upphædd.
Samtykkir Løgtingið tað Landsstýri ætlar, so verður eingin Suðurleið fyrr enn um kanska eini 50 til 60 ár, ella eini 20 ár aftaná at landið fær Skálafjarðartunnilin. Hesin hevur tá kostað Føroyum væl av milliardum umframt kostnað fyri nýggjan Smyril og Teista. Ikki er at gloyma 80 miljónir í árligum rakstri.
EIN V??N
Um Føroya Løgting fyri eina ferðs skyld fer at arbeiða skilagott, so makta Føroyar at fremja hesa samhaldsføstu ferðsluvíðsjón, - at fáa samband í Føroyum -.
Samtykkir Løgtingið, (Blinda liðið), tað Landsstýri ætlar, -enntá við bindi fyri eyguni -, ja so avansera vit frá at vera ein bananrepublikk við sera avmarkaðum demokratii til at gerast ein reindyrkað CIP-koloni.
Tað er kollvelting ímóti øllum demokratiskum grundreglum.
Tá verður tíðin enn og búnari til mótkollvelting, frælsi og demokrati í Føroyum!
Hanus Vang, verkfrøðingur
PS: Sipað verður til yrkingina ???Tað blinda liðið??? hjá Kristiani Matras.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald