2016-01-12 21:32
Eftir at hava ligið stilt um høgtíðina varð tunnilsarbeiðið tikið uppaftur mánadagin 4. januar.
Arbeiðið gongur væl og eftir ætlanini.
Leygardagin 9. januar vóru 220 m sprongdir út av tí uttaru goymsluhøllini (Høll C) og 214 m av tí innaru goymsluhøllini (Høll D) (sí mynd omanfyri).
Tilsamans eru higartil koyrdir 94.137 m3av gróti úr tunnlunum. Hetta eru knappliga 80% at tí samlaðu nøgdini, sum fara at koma út fjallinum.
Um alt gongur væl, so tekur tað seks arbeiðsdagar at spreingja restina av goymslutunnlunum. Síðani verður farið í holt við tann heimara atkomu tunnulin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald