Fólkakirkjan skrivar:
Ein kirkja uttan fólk er lítið verd.
Eitt fólk uttan andaligt heim, er einki vert.
Stinn, vøkur og virðismikil stendur Christianskirkjan mitt í býnum hjá okkum. Sum ein óvikaligur klettur, dregur hon okkum við síni umsorgan og tryggleika.
Virðing er ikki nøkur sjálvfylgja, tí er tað umráðandi, at vit sum foreldur, kirkjumyndugleikar og politikarar læra okkara eftirkomarar at hava virðing fyri tí, ið skal hava virðing.
Og er tað nakað, sum skal havast virðing fyri, er tað tann almenna fólkakirkjan, har gáttin er lág, loftið høgt og vítt til veggja.
Har vit við stilli og nærleika leita okkum inn, inn til andaligan frið og mettu.
Virðing fáa vit við at elska, tæna og røkta.
At elska eitt andaligt heim sum Christianskirkjuna er lætt, har vit so mangan hava følt okkum vælkomnan og kent tað, sum um hválvið opnaðist yvir okkum. Ein ómetaligur friður og sæla, sum ikki kann lýsast við orðum, slíkar løtur mugu vit upplivað.
At tæna, kenna vit øll, eisini tit sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til kirkjuna. Alt tað arbeiðið, sum verður lagt í eitt slík hús og innihald, er ikki lítið. Verður tað gjørt við gleði og sóma, verður gleðin við dagar og løtur sum hesar tvíføld.
At røkta er nakað sum vit alla tíðina mugu hava í huga, røkta tað andaliga og teir fysisku karmarnar. Hesar dagarnar eru vit vitni til, at røkta tað duga tit væl, við at røkta, skapa tit og vit virðing, virðing fyri kirkjuni og orðinum.
Sum forkvinna í mentunarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, kann eg ikki annað enn fegnast um teir góðu møguleikar og tær góðu umstøður, ið okkara býur hevur at bjóða borgaranum, eisini innan fyri tað andaliga lívið. Frælsi til at boða kristniboðskapin er eitt av okkara mentunarligu virðum, virðum sum vit mugu halda fast við og fjálga um.
Vil vegna kommununa við størstu virðing takka kirkjuráðnum, kirkjutænaranum, prestum og kirkjuliðnum fyri eina frálíka væl fyriskipaða og góða viku og hjartaliga til lukku við umvælingini av altartalvuni, nýggju kirkjustólinum og listaverkinum í kirkjukjallaranum. Til seinast eitt stórt til lukku á 50 ára degnum og góð ynskir framyvir og Harrans signing.
Og vil biðja eitt umboð fyri kirkjuna koma upp at taka ímóti eini gávu.
Gávan, ið er latin av Klaksvíkar kommunu, er eitt av listaverkunum hjá Edwardi Fuglø ???Jesus úr Nasaret???.
Listaverkið sum kommunan letur kirkjuni er tikið úr tekstinum hjá millum øðrum Jóhannes kap. 6 ørindini 1-15, har Jesus mettar 5000 túsund við 2 fiskum og 5 breyðum . Ger so væl.
Signhild V. Johannesen
(Biskupur hevur hevur biðið um hesa taluna, ið Signhild helt 7. juli 2013. JF).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald