Mentan

Tabu - Carpe diem! Njót dagin!

...

2018-02-11 09:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar:

Tabu
Carpe diem! Njót dagin!

Mindfulness, finn bestu útgávu av tær sjálvari, orðini og sjálvhjálparbøkurnar eru mangar.

Tú skalt fáa tað tú ynskir tær, visualisera tað ella rópa tað hart út í alheimin og tú fært tað.

Fara vit nøkur ár aftur var alt øðrvísi. Tú varð trúlovað/ur, bygdi hús, gift og fekk børn. Dagur datt av degi, at fáa børnini undan og soleiðis gekk eitt sokallað friðaligt ???Rasmus Klump lív???.

Ikki var spurt so nógv eftir at vera lukkuligur ella at fara at leita eftir lukkuni.

Í dag er alt eitt projekt. Alt er ein verkætlan, frá stóra brúdleypinum til tað at fáa børn og fáa dreymahúsið upp at standa.

Tey gomlu søgdu ???tering eftir nering??? - so er ikki í dag ??? alt ber næstan til. Vit skulu fáa tað, sum vit ynskja okkum.

Alt samfelagið er individualiserað. Vit eru einstaklingar. ??byrgdin fyri okkara lívi og hvussu vit eydnast er eina og alleina mín og tín ábyrgd.

Alt er fyribils. Eg havi henda mannin til eg finni ein meira mystiskan og spennandi mann, eg havi henda køkin til ein lekkrari er at fáa, eg havi henda bilin til ein enn størri kemur á marknaðin, eg gangi í hesi kirkjuni til eg finna eina aðra, vit shoppa runt á øllum økjum í okkara lívi.

Blandi Dalai Lama við Desmond Tuto og eitt sindur av Augustin, so tað passar mær og mínum tørvi. Raðfesti merkjavørur høgt, so øll síggja at eg veit, hvat er maistream og at eg havi ráð at keypa mær Kubusstaka, Alvaro Alto vasa ella Eggið í stovuni, - fari ikki bara til Danland at ferðast, fari heldur ikki til 5 stjørnað hotel í fjarskotnum londum at ferðast, men fari heldur sokallaðar upplivingarferðir, har eg fari eina aktiva feriu, tí soleiðis vísi eg umheiminum at eg eri skilagott menniskja, sum hugsar og gáar um, hvør eg eri.

Tíðin at snerkja seg á heitari strond er farin ??? sum ábyrgdafult menniskja veist tú um móðurmerkjakrabba, so tað at ganga myrkabrúnur er tekin um at man ikki er nógv væl upplýstur og vit eru heldur ikki tjúkk ella roykja longur???megna vit ikki sjálvi at hava rætt BMI, so ber til at fáa hjá hjálp frá samfelagnum at karva meginpartin av búkinum burtur.

Alt skal vera einfalt og eins og púrasta sorgleyst.

Vit fáa heilivág fyri nærum alt, sjálvt børn fáa alkyns heiligvág, vit fáa tablettir, tá vit ikki sova, ella eru kedd, ella hava ilt, vit eiga børn uttan pínu, so skjótt vit hava ein trupulleika fara vit til sálarfrøðing ella til couchin.

Her helt man at sex var stóra tabu í samfelagnum, men tað er tað ikki ??? tað er deyðan. Vit renna og íðka og spekja okkum.

Tí vit vilja liva?

Nei, tí vit vilja ikki doyggja !

Vit gleðast sum so ikki yvir matin, vit eta ávísan mat, tí hann er sunnur, likamikið hvussu hann smakkar, drekka vín tí tað hevur fenol evnini í sær, eta ikki sukur - skjótt skulu tey, sum eta sukur standa og luska seg til eitt Karamel, vit viga og máta kaloriur og æra og virðismeta kroppin, sum var hann eitt halgistað.

Samfelagið bjóðar tær heiligvág og bøkur og annað, so tú kanst vera lukkulig. So tú sleppur ella kanst ikki siga loyva tær at siga at tú ikki er lukkulig ella lukkuligur???møguleikarnir eru beint frammanfyri nøsini á tær, ger so nakað við tað, menniskja !

Vit kenna tað sum eini harraboð, vit mugu akta, og tað er sera strævið at knúgva undir hesari byrði einsamallur???.megnar tú tað ikki ella kennir tú teg ikki orka ella ikki kann siga at alt gongur eftir vild, so fellur skuldin yvir á teg.

Ok - vit vilja øll liva og vera lukkulig. Og vit halda at vit kunnu tvíhalda lukkuni, sum nakað ævigt og støðugt. Men tað ber als ikki til. Tað er ikki loyvt at vísa fyri øðrum at tú kanska ikki ert lukkulig ella at tað heila ikki altíð er so gott. At vit hava ilt ??? av og á bæði í sál og likami, at arbeiðið keðir meg, at eg ikki hava pengar at ferðast fyri, at børnini fara aðrar leiðir enn eg vil, og tá eg ikki megni at at kontrollera alt og øll, so at lívið ikki sær út sum eitt ævintýr ella komedia, men heldur sum tragedia, so verið eg bangin og fari at óttast.

At vera lukkuligur er nakað við at vera nøgdur, vit hava ikki tamarhald á lukkuna, hon dagar undan, har vit minst vænta tað, í einum eygnabráði, so vit verða heit heilt inn í hjartarøturnar. Onki menniskja kann ganga sum ein jubeltápulingur og halda at bara eg sendi signal út sum siga at eg eri lukkulig og alt er lukkuligt hjá mær, so verið eg blástemplað sum ein rætt og satt menniskja í 2018.

Og at enda ??? hóast vit liva í besta landi í heiminum, so hevur onkur hevur sagt at tað løgna er hent - at vit í dag liva í einum samfelagi, har menniskjuni eru ólukkulig, tí tey ikki eru lukkulig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder