JN

Syngjandi leyvur í Suðuroy

...

2013-10-01 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin, týsdagin 1. oktober, kemur ein fløga av tí meiri forvitnisliga slagnum, í handlarnar kring landið.

Tað er Lions Klubburin í Suðuroy sum gevur fløguna út sum eitt lið í arbeiðnum at savna pening saman til vælgerðandi endamál.

Á fløguni, ???Ein sangløta saman við Lions Club í Suðuroy???, eru 13 sangir og tað eru Lions limir í Suðuroy sum sjálvir bæði syngja og spæla.

Tað er Eyðun Ásason sum hevur staðið fyri upptøkuni.

Á fløguni eru 13 sangir, sum allir hava tilknýti til Suðuroy. Teir allarflestu eru upprunasangir, ið suðuroyingar hava yrkt, men einstakir sangir eru eisini, sum suðuroyingar hava týtt.

Fløgan kostar 120 krónur og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til vælgerðandi endamál.

Lions Klubburin er vælgerðandi felagsskapur. Lions Klubburin í Suðuroy varð stovnaður í 1986 og síðani hevur hann latið 3,5 milliónir krónur til vælgerðandi endamál av ymsum slagi. Eitt nú var Klubburin í Suðuroy størsti einstaki stuðul hjá ??? Í menniskjum Góður Tokki??? í fjør við einum stuðuli á 100.000 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder