Mentan

SWAY í Vektarbúðini

...

2020-07-11 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Konsert verður í Vektarbúðini í Vestmanna leygarkvøldið 11. juli kl. 22.00

SWAY er ein spildurnýggj acappella jazz trio, sum er myndað av Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen. Tær hava allar verið nógv frammi á tónleikapallinum seinasta árið sum solistar við egnum tilfari, men nú hava tær saman formað eina trio, har tær syngja góðar gamlar standards og eisini smíða nýggj egin løg í hesum sama stíli. Tær eru kanska serliga inspireraðar av The Andrews Sisters (uml. 1920 til 1960). Tær ynsktu at hoyra meira av hesum á føroyska tónleikapallinum, og tóku so ábyrgdina í egnar hendur. Hesin barbershop tónleikurin er spren fullur við energi, gleði, rørslu og er avbjóðandi fyri oyrað.

Atgongumerki á 50kr. kunnu keypasther.
Avmarkað pláss, so tað er først til mølle.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder