Mentan

Swangah á Okkara Voxbotn 20/21

...

2021-08-10 20:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku rappkongarnir úr Svanga koma við sínum rímum og rútmum á Okkara Voxbotn 20/21 fríggjadagin 20. august. Bólkurin hevur áður framført á Okkara Voxbotn, og tá var tað ein rimmar veitsla.

Feskasta navnið á plakatini er Swangah. Bólkurin er ein sannur pionerur á føroyska tónleikahválvinum, tí teir tóku føroyskan hip-hop upp á eitt nógv hægri støði. Ungdómurin tók bólkin til sín beinanvegin, og teir hava síðani megnað at fylt konserthølini, og hava fingið dansigólvini at danda. Swangah eru heilt einfalt vorðnir føroysk fólkaogn.

Vit vænta eina orkumikla veitslu, tá Steen og Ragnar fara út til alt Føroyará Okkara Voxbotn 20/21.

Skráin til Okkara Voxbotn20/21 tekur skap,ogfleiri nøvn eru longu kunngjørd, men komandi dagarnir koma nógv fleiri.

Frammanundan er greitt, atRobin Schulz, John Martin & Michel Zitron,Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra og Sam Feldtfara á framføra á Okkara Voxbotn 20/21.

Atgongumerkitil Voxbotn 2020 fríggjadagin 20. august fáast á www.ebillett.fo og atgongumerki til Voxbotn 2021 leygardagin 21. august fáastí Power í SMS,íEffohandlunum kring landið, á Kunningarstovuni í Havnog á www.ebillett.fo fyri kr. 650,-.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder