2014-01-10 01:43

Í løtuni eru 6 føroysk skip á svartkjaftaveiðu, tað 7. skipið er Finnur Fríði, sum landar á Tvøroyri.
Skipini royna heilt suður ímóti ES-markinum. Í dag vóru Slættaberg, Jupiter, Tróndur í Gøtu, Fagraberg, Norðborg og Christian í Grótinum á feltinum, umframt íslendsku skipini Hoffell og Jón Kjartansson.
Tað er hampuligt veður, men ikki nakar rokfiskiskapur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald